Uppliva Vatnið á Kajak

Tað liggur í Vágum, stutt frá Vága Floghavn, og kallast Leitisvatn í bygdunum eystanfyri vatnið, meðan sørvingar kalla tað Sørvágsvatn. Sørvágsvatn/Leitisvatn liggur í 32 metra hædd í einum breiðum dali millum fjøllini á sunnara parti av Vágum. Frárenslið er tann stutta Bøsdalsá, sum rennur út av berginum í Bøsdalafossi, beinleiðis á sjógv. Suðursíðan av Vágum er illa jarðslitin og eyðkend fyri bratta bjargalendið, m.a. forbergið Trælanípan, sunnanfyri Bøsdalafoss.

Sørvágs/ Leitisvatn

Sørvágsvatn, verður í Vágum eisini nevnt Vatnið og eisini Leitisvatn, liggur í Vágum og er størsta vatn í Føroyum við 6 km longd, 600 m breitt og 60 m djúpt. Vatnið liggur millum bygdirnar Sørvág, Miðvág og Vatnsoyrar í einum av náttúruvakrastu økjum í landinum. Vanligt hevur verið at fiska síl í vatninum. Undir krígnum var vatnið sjóflogbreyt hjá enskum flogførum, og flúgvarabedingin norðantil á Vatninum ber enn boð um hetta.

Vit bjóða:

- Leigu av kajakk og útgerð, herundir sprayskirt og svimjivest
- Møguleika at uppliva vakra økið vestanfyri Bøsdalafoss
- Vanliga tekur ein túrur samanumtikið 3 tímar

Upplivingar á vatninum

Tú hevur møguleika at leiga tær eina kajak og leita tær útá vatnið.

Toymisuppliving

Eru tit fleiri sum ynskja a leiga í felag so bjóða vit eisini hetta. Vit hava stórt úrvæl av dygdargóðum kajakkum.

20+

Vit hava stórt úrvæl av kajakkum. Harav allar hava (Sprayskirt) og svimijivest.

Hvar eru vit?

Michael Gram

Tlf.: +298 260010

mgram260010@gmail.com

Facebook: Vága Kajak

Myndasavn

Vit elska tá vitjandi senda okkum teirra upplivingar, sí okkara myndasavn.